Um okkum


Vit eru borðspælsentusiastar. Okkara meining er, at tað, ið mennir borðspælsmentanina í Føroyum mest, er, um føroyingar bæði hava atgongd til klassisk, føroyskað spøl og til nýggj spøl, gjørd í Føroyum.

Orsøkin til, at vit meta, at tað hevur stóran týdning, at klassisk borðspøl finnast á føroyskum, er tann ávirkanin, ið fremmant mál hevur á málmenning hjá børnum. Vit eru flest øll vaksin upp við einari ørgrynnu av borðspølum á serliga donskum máli og í nýggjari tíð á enskum. Vit síggja, hvussu nógv útlendska málið sníkir seg inn gjøgnum spøl og annað hjá børnum, og vit halda tí, at tað er sera gevandi, um klassisku spølini finnast á føroyskum.

Um gongst sum ætlað, verður Ognartak eitt av fleiri spølum, ið fyritøkan gevur út. Arbeitt verður bæði við nýggjum hugskotum til borðspøl og við at nýskapa klassikarar á føroyskum.