Handilstreytir

Útbering

Kostnaðurin fyri útbering verður upplýstur áðrenn gjalding.

Tórshavn, Hoyvík og á Argjum

Veitingartíðin er 0-2 yrkadagar

Uttanfyri Tórshavn, Hoyvík og Argir

Veitingartíðin er 2 til 5 yrkadagar.

Suðuroy, Sandoy og útoyggj:

Veitingartíðin er 5 til 7 yrkadagar

Umbýtingarrættur
Vøra, sum er keypt á ognartak.fo, kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kanst tú gera við at senda pakkan aftur ella við at koma forbí hjá okkum við vøruni. Sendur tú vøruna vilja vit heita á teg at boða okkum frá á teldupost ognartak@ognartak.fo. Peningurin verður fluttur aftur á tína konto fyrst komandi bankadag. Er vøran niðursett er eingin umbýtingarrættur.

Stovna brúkara
Keypir tú eina vøru frá okkum, er lættast um tú stovnar tær ein brúkara, men hetta er ikki ein treyt. Tú upplýsir navn, bústað, teldupost og tlf. nummar og velur tær eitt loyniorð. Hetta verður so goymt, og næstuferð tú keypir á nethandlinum, sleppur tú undan at seta allar upplýsinganar inn av nýggjum, tað einasta tú skal minnast er teldupost og loyniorð.

Reklamatión
Er feilur á vøruni verður tú biðin um at senda pakkan aftur ella koma forbí hjá okkum við vøruni. Sendur tú vøruna vilja vit heita á teg at boða okkum frá á teldupost ognartak@ognartak.fo. Peningurin verður fluttur aftur á tína konto fyrst komandi bankadag.

Fyrivarni
Fyrivarni skal takast fyri prís og lagurvillum

Gjalding
Vit taka bert í móti gjaldskortum á nethandlinum. Vit taka í móti fylgjandi kortum:

Dankort
Visa
Visa – Dankort
MasterCard
Visa Electron

Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, lokadag (útleypsdato) og gátal (kontrolcifre).

Útfyllur tú ikki hesi, kunnu vit á ognartak.fo ikki fremja tíni keyp. Næst trýstur tú á góðkent, og peningur verur tikin av tíni konto, tá ið vøran verður send, og tú fært ein faktura sendandi við telduposti. Um tú ongan faktura móttekur, kann feilur verða í upplýstu teldupostadressu. Set teg í samband við teldupost á ognartak@ognartak.fo.

Eru ivamál ella tú hevur trupulleikar við at keypa á síðuni, set teg í samband við okkum við teldupost á ognartak@ognartak.fo.